Maskinførari
J&K Petersen søkir eftir maskinførara. Talan er um entreprenørmaskinur frá 5,5 tons og uppeftir. Starvið fevnir um maskinkoyring á ymsum verklagsarbeiðum, sum eru kring landið. Maskinførarin tekur sær eisini av dagliga viðlíkahaldinum av maskinuni.
Førleikar
Royndir við størri maskinum er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tað hevur størri týdning, at tú, sum persónur ert:
– álítandi,
– arbeiðssamur, og
– hevur góð samstarvsevni.
Koyrikort er eitt krav.
Vit kunnu bjóða:
– góða løn og treytir sambært avtalu.
Søk starvið
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at ringja til Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088.
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til starv@jkp.fo. Freistin er mánadagin 18. desember 2024. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Onnur tíðindi
Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...
Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...
Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...