Produktiónslúka í Heygadali avhendað

Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og somuleiðis mátti betongið skiftast. Produktiónslúkan er inni í driftstunlinumi í Heygadali, og leiðir hon vatn oman til turbinuna í Heygavirkinum hjá SEV á Válinum. Tá lúkan er opin, kann turbinan koyra, og streymur verður framleiddur. ⚡️

Hetta var eitt heldur serligt arbeiði. Arbeitt varð inni í einum 100 metrar longum tunli, har tað er ein 26 metrar høg og smøl skakt, har produktiónslúkan situr í. Arbeiðsumstøðurnar vóru tí bæði trongar og truplar, og tí kravdi arbeiðið nýhugsandi loysnir:

Sergjørdir plattar við lemmum vórðu gjørdir til at sleppa upp í skaktini, og falltrygging við evakueringssveivi varð krøkt í í erva. Hetta um tað gjørdist neyðugt at fáa starvsfólk úr skaktini í skundi.

Í staðinfyri at brekka við hond varð ein ultra-hátrýstspulari brúktur til at reinsa og bróta betongið og til at fjerna rust. Hetta fyri at minka um ávirkanina á kroppin, sum brekking hevur, og fyri at tryggja, at rivur ikki settust í betongi.

Tá betongið var reinsað, varð ramma til nýggju lúkuna sett í, og stoypingin kundi byrja. Har blivu einar 150 trillubørur við betongi trillaðar tvørtur um ánna og inn í tunnilin. 💪

Hóast avbjóðandi arbeiðsumstøðurnar gekk arbeiði væl, og bleiv tað avhendað 5. septembur. Í næstum kemur nýggja lúkan á staðið, og skal hon flytast tvørtur um byrgingina í Heygadali, inn í tunnilin og fáast niður í skaktina. Ein norskur veitari, Andritz, syrgir fyri at seta nýggju produktiónslúkuna í.

Melda til okkara tíðindabræv

Loading