Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn

Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága Floghavn.

Arbeiðið fevnir um víðkan og umvæling av verandi flogbreyt.

Tað eru tey bæði vendiplássini við endarnar av flogbreytini, ið skulu víðkast, og tað verður gjørt við at víðka um byrgingarnar.

Harumframt skal sjálv flogbreytin og tey víðkaðu vendiplássini asfalterast.

Í hesum sambandi verður eisini annað umvælingararbeiði gjørt, so sum dagføring av ljósum og umlegging av dren- og føringsleiðingum.

Árini 2010-2012 stóð J&K Petersen fyri leingjanini av flogvøllinum, sum tá varð longdur úr 1.250 upp í 1.799 metrar.

Leingjanin varð gjørd móti bæði Sørvági og Sørvágsvatni. Nú fer J&K Petersen so undir at víðka um vendiplássini, sum venda móti Sørvági og Sørvágsvatni.

Arbeiðið er ætlað at verða liðugt í summar.

Melda til okkara tíðindabræv

Loading