Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara

Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstakari, undir avhendingarskjal fyri Langhylin í Gundadali.

Komandi vikurnar fer kommunan at gera nýggja økið og hylin kláran til nýtslu.

Væntandi verður latið upp í viku 45. Nærri kunning kemur um hetta frá Tórshavnar kommunu í næstum.

Langhylurin er bygdur uppí verandi svimjihøll og hevur 10 geilar á 50 metrar, tribunu við nakað yvir 600 áskoðaraplássum, vælveruøki við heitum hylum, gosbaði, hitarúmi, dampbaði og mangt annað.

J&K Petersen takkar manning og verkætlanarleiðslu fyri teirra megnaravrik í hesi verkætlan.

Eyðbjørn Karbech Mouritsen, verkætlanarleiðari fyri J&K Petersen, og Bergur Rask Olsen, verkætlanarleiðari fyri Tórshavnar kommunu, síggjast á myndini.

Melda til okkara tíðindabræv

Loading