Um okkum
Okkara søga
heilt frá 1948
Søgan hjá J&K Petersen Contractors gongur heilt aftur til 1948, tá felagið keypti tann fyrsta lastbilin og byrjaði koyring fyri fólk og kommunur á Sandoynni. Í 1970’unum var partur av virkseminum eisini ferðafólkaflutningur, men hetta virksemið helt uppat í 1975.
J&K Petersen Contractors, sum vit kenna felagið í dag, byrjaði sítt virksemi í 1975. Tá tóku brøðurnir John og Kristian Anfinn Petersen við aftaná pápan. Haðani stavar styttingin J&K frá. Eftir hetta er bert entreprenørarbeiði á skránni hjá felagnum. Ragnhild Arnóra “Guggan” Petersen, kona John, stjórnaði felagnum eftir John og Kristian Anfinn, og seinri stjórnaði sonur John og Gugguna, Stein Olvur Petersen, J&K Petersen.
Eigarasamansetingin er broytt, men navnið er tað sama enn. J&K er sera væl kent millum manna. Núverandi stjóri er Sigtór A. Petersen. Hóast hann hevur eftirnavnið Petersen, er hann fyrsti stjóri felagsins, sum ikki hevur familjubond til stovnandi familjuna.
J&K Betong, ið er eitt dótturfelag hjá J&K Petersen Contractors, er ein sjálvstøðugur partur av virksemi felagsins. J&K Betong veitir betong til nógv viðskiftafólk kring Føroyar, eins og J&K Betong eisini veitir betong til ymisk arbeiðir hjá J&K Petersen Contractors. Byrjað varð við hesum virksemi í 1989.
Virksemið hjá J&K Petersen Contractors øktist støðugt ígjøgnum 1990’ini, og felagið útvegaði sær m.a. dýpingaramboð í 1994. Í 1996 varð fyrsta uppgávan uttanlands veruleiki, tá dýpingararbeiði í Íslandi varð gjørt. Felagið hevur eisini havt uppgávur í Grønlandi, har byrjað varð í 1999.
J&K Petersen Contractors hevur síðan ár 2000 havt høvuðsskrivstovu á Hjalla í Hoyvík í Tórshavnar kommunu, haðan alt virksemið eisini verður samskipað.
Virksemið hjá felagnum er nógv økt síðan ár 2000. Felagið hevur útvegað sær nógv amboð, og starvsfólkatalið er økt munandi.
Felagið útinnir í dag byggi-, og verklagsarbeiðir, og fæst við brúgva-, og havnagerð, umframt tunnilsarbeiðir.
Leiðsla
Sigtór A. Petersen
Stjóri | CEO
Anna Kalsø
Varastjóri og menningarleiðari | Deputy CEO and Development Manager
Jákup Mørk
Fíggjarleiðari | Financial Manager
Nevnd og stjórn
Nevnd
Christian Andreasen, formaður
Ragnhild A. Petersen (Guggan)
Klaus Rasmussen
Karl Andrias Petersen
Stjórn
Sigtór A. Petersen, stjóri
Anna Kalsø, varastjóri