Góðskustýring og HTU

Hjá J&K Petersen hava vit lagt okkum eftir at góðskutryggja alt arbeiði, ið felagið ger.

Alsamt fleiri útboð krevja, at feløg kunnu góðskutryggja gjørd arbeiði soleiðis, at til ber at síggja, nær, hvar og hvussu eitt ávíst arbeiði er útint.

Sostatt er góðskutrygging eisini eitt amboð hjá báðum pørtum at tryggja, at verkætlanir verða stýrdar á skynsaman hátt frá A-Z.

Øll arbeiði, ið J&K Petersen bjóðar uppá, verða góðskutryggjað eftir norðurlendskum standardum.

Vit seta høg krøv til heilsu, trygd og umhvørvi, og hava nágreiniliga trygdarskipan fyri HTU-økið, ið tekur støði í HTU-politikkinum hjá felagnum og galdandi lóggávu.

Endamálið við trygdarskipanini er at tryggja, at alt virksemi hjá felagnum verður útint á heilsu- og trygdarliga dyggasta hátt við atliti til, at eingin skal fáa skaða undir arbeiði, og at virksemið hjá felagnum hevur minst møguliga ávirkan á umhvørvið – eitt nú av dálking.

Brot úr HTU-politikkinum
  • Vit skulu altíð lúka føroysk lógarkrøv, og vit ynskja eitt opið samstarv við myndugleikar og stovnar á HTU-økinum.
  • Vit skulu virka fyri, at fyritøka okkara, og arbeiðið, vit útinna, ikki elvir til nakran skaða á fólk, lutir ella umhvørvi, og at arbeiðsumstøðurnar eru tær bestu.
  • Starvsfólk hava skyldu til at fylgja mannagongdum, at útfylla eftirkanningarlistar og at boða frá frávikum.
  • Tá ið vit útinna arbeiði, skulu vit meta um møguligar vandar,  møguliga umhvørvisdálking, og hvussu hesar kunnu fyribyrgjast/avmarkast.
  • Tá ið vit velja veitarar, skulu vit meta um teirra hugburð á HTU-økinum, og, tá møguleiki er, geva fyrimun til veitarar við framkomnari hugsan og tøkni innan HTU.
Trygdarskipan

Trygdarskipanin er galdandi fyri alt virksemi og øll starvsfólk hjá felagnum og dótturfeløgum, harundir eisini hjá undirveitarum.

Hvørt einstakt starvsfólk hevur sín týdningarmikla leiklut í trygdarskipanini, fyri at halda trygdina á einum høgum støði. Vit eru øll fyrimyndir hjá hvørjum øðrum og mynda felagið úteftir mótvegis samfelagi og okkara viðskiftafólkum.

Eygleiðingar

Vit arbeiða harumframt við skráseting av eygleiðingum. Hetta er ein skipan, har frávik verða fráboðaði. Fráboðanir verða greinaðar, og har tørvur er, verða bøtandi tiltøk sett í verk. Eygleiðingarskipanin verður eisini nýtt til hugskot og viðurskifti annars til frama fyri heilsu, trygd og umhvørvi.