Havnagerð
J&K Petersen ger øll sløg av havnabygging sum til dømis stuðlamúrar, spunskeiir, ferjulegur, grótkast og aðrar konstruktiónir í sjónum.
Avrik, sum kunnu nevnast, eru eitt nú djúphavn í Ánunum í Klaksvík, har spunsini vóru upp í 30 metrar long. Á Oyrareingjum hava vit gjørt eina góðshavn við rampu og 150 metra atløgusíðu. Á Syðradali á Kalsoynni og á Krambatanga í Leirvík hava vit gjørt grótkast.
Útbyggingin av Tórshavnar Havn, ið var størsta havnaútbygging í Føroya søgu, hava vit eisini staðið fyri.