Vit veita betong
til øll endamál
Okkara dygdarbetong fæst í ymisum styrkjum, og kann brúkast til sethús, garðar, bilhús, fjós, virkisbygningar, havnagerð o.a.
Betongið verður veitt kundanum við bæði pumpu- og trumlubili.
Vit veita betong kring alt landið.
Ring á tlf. +298 585025 og tosa við blandimeistaran um, hvat slag av betongi tú skalt brúka. Til ber eisini at senda teldupost á betong@jkp.fo.
Vanligt betong
J&K Betong veitir betong til alt betongarbeiði.
Vit veita dygdarbetong til sethús, garðar, bilhús, fjós, virkisbygningar, havnagerð o.a.
J&K Betong kann levera betong, sum hevur ymiskar styrkir.
Vibreringsfrítt betong
J&K Betong veitir vibreringsfrítt betong til at stoypa gólv o.a. Vibreringsfrítt betong er lætt at arbeiða við. Handfarið á rættan hátt, ber til at fáa sera sløtt gólv.
Hetta slag av betongi verður eisini brúkt til garagugólv og størri víddir, ið bert skulu hava lítið hall.
Undirvatnsbetong
J&K Betong hevur í nógv ár verið fremst innan framleiðslu av undirvatnsbetongi. Vit kunnu veita undirvatnsbetong til allar uppgávur undir vatni.
Undirvatnsbetong verður brúkt til bæði botnsikring og til betongkonstruktiónir sum t.d. stuðlamúrar.
Sproytubetong
Sproytubetong verður ofta nýtt til seruppgávur so sum at tryggja veggir, har vandi er fyri, at tilfar, grót o.a. hevur hug at ríða undan. Sproytubetong verður eisini nýtt í tunnilsverkætlanum.
Sproytubetong kann nýtast til hellur og grótveggir, sum víst á myndunum niðast á síðuni.
Sertifikat frá norska Kontrollrådet
J&K Betong er sertifiserað av norska Kontrollrådet. Sertifikatið úr Norra blástemplar okkum sum onnur av tveimum blandistøðum í Føroyum, ið lúka krøvini NS-EN 206:2013 + A1:2016 + NA:2017.
Bilar
Vit veita betong við nýmótans pumpu- og trumlubilum. Okkara pumpubilar hava 28 metra langa pumpu, og rúma 7 m3 av betongi. Trumlubilarnir kunnu taka upp til 9 m3 av betongi.
Kubbar av restbetongi
Fyri at tryggja, at eingi evni verða leidd út í náttúruna og fyri at tryggja, at so nógv tilfar frá betongframleiðsluni, sum møguligt verður endurnýtt, hava vit ment eina reinsiskipan til avlopstilfarið frá betongbilunum. Vit eru einasti betongframleiðari í landinum, sum hevur tílíkt skiljianlegg, og ein av fáum í Norðanlondum.
Skipanin reinsar, skolar, sáldar og turkar tilfarið frá betongbilunum. Minni restburturkast fer til tyrving og partar av restproduktunum verður brúkt til at stoypa eitt nú betongkubbar.
Sproytubetong
Sproytubetong verður ofta nýtt til seruppgávur so sum at tryggja veggir, har vandi er fyri, at tilfar, grót o.a. hevur hug at ríða undan. Sproytubetong kann nýtast til hellur og grótveggir og verður eisini, sum víst á myndunum, nýtt í tunnilsverkætlanum.