Formaður

Vegna økt virksemi verður søkt eftir formanni til byggi- og verklagsarbeiði. Starvið fevnir um at vera við til at fyrireika uppstartin av ymiskum arbeiðum, at útinna arbeiðið og at tryggja, at leverað verður til avtalaðu tíð. Tú kemur sostatt at verða ein lyklapersónur á verkætlanini.

Í samstarvi við leiðsluna á plássinum skalt tú leiða og býta út arbeiðsuppgávur til starvsfólkahópin.

Vit vænta, at tú hugsar í praktiskum loysnum og ert drívandi megin á plássinum.

Førleikakrøv   

Um tú hevur royndir sum formaður ella royndir við byggi- og verklagsarbeiði og ert vanur at ganga undan, ert tú møguliga tann rætti til starvið.

Eisini verður væntað, at tú hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Hvat vit kunnu bjóða

– Størv við breiðum fakligum avbjóðingum.

– Møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning.

– Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 19. desember 2025, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Melda til okkara tíðindabræv

Loading