Dámar tær buldur og brak?  

Kom so og sprong hjá J&K Petersen!  

Vegna økt virksemi søkja vit eftir spreingimeistara. Sum spreingimeistari verður tú ein  lyklapersónur í fyritøkuni, og fer at standa fyri at løða og spreingja á ymsu verkætlanunum, sum eru kring landið. 

Førleikakrøv    

Royndir innan spreinging og verklag er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Vit veita neyðuga upplæring og skeið. Tað hevur størri týdning, at tú sum persónur ert: 

  • álítandi 
  • arbeiðssamur, og 
  • hevur góð samstarvsevni 

Eisini verður væntað, at tú hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd. 

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort. 

Hvat vit kunnu bjóða 

  • spreingimeistaraskeið 
  • upplæring 
  • góða løn og góðar treytir 

Umsókn 

Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 20. mars 2026, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast. 

Um J&K Petersen Contractors 

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði. 

Umleið 130 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi. 

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI 

Melda til okkara tíðindabræv

Loading