
Bilførari til trumlu- og pumpubil
Vit mangla førara til okkara spildurnýggju betongbilar.
Sum betong bilførari hevur tú ábyrgd av at veita dygdargott betong til størri og smærri verkætlanir kring landið.
Arbeiðið inniber at koyra annaðhvørt trumlu- ella pumpubil og fyrifallandi uppgávur, sum hoyra einari betongstøð til. Arbeiðið er tí fjølbroytt, sjálvstøðugt og avbjóðandi, og tú kemur eisini í samband við nógv fólk.
Talan er um fulltíðarstarv, har arbeiðstíðirnar kunnu verða skiftandi.
Førleikar
Rætti umsøkjarin skal hava stóra koyrikortið. Eisini vænta vit, at tú sum persónur er:
– álítandi,
– arbeiðssamur, og
– hevur góð samstarvsevni.
Vit kunnu bjóða
Góða løn og treytir sambært avtalu.
Søk starvið
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at ringja til Arngrímur Arngrímsson, framleiðsluleiðara, á telefon 585025.
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til starv@jkp.fo. Freistin er mánadagin 27. februar 2026. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI


Onnur tíðindi

Súsanna okkara samskipari í burðardygd
Súsanna Vang Toftegaard er sett sum samskipari í burðardygd hjá J&K Petersen. Hon byrjar í ...

J&K Petersen staðfestir góðu gongdina
50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svør...

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn
Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...