Lærlingar

Byrja tíni starvsleið í byggivinnuni – kom í læru hjá J&K Petersen!

Sum lærlingur fært tú eina stuttliga og gevandi lærutíð, góða útbúgving, umframt vitan, sum kann brúkast alt lívið.

J&K Petersen leitar eftir lærlingum innan ymisk yrki so sum:

Lærutíðin byrjar eftir avtalu.

Vit kunnu bjóða tær:

– eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi,

– eitt arbeiðspláss við góðum samanhaldi, og

– góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving.

Um teg

Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:

– álítandi,

– ágrýtin, og

– røkin.

Koyrikort er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Umsókn

Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er fríggjadagin 22. august 2025.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Melda til okkara tíðindabræv

Loading