
Verkætlanarleiðari og arbeiðsleiðari
Vit sóknast eftir verkætlanarleiðara og arbeiðsleiðara innan byggi- og verklagsarbeiði. Sum verkætlanarleiðari og arbeiðsleiðari verður tú partur av einum toymi og ein lyklapersónur í einari verkætlan. Tú skalt tryggja, at leverað verður til avtalaðan prís og til avtalaðu tíð.
Tú skalt harumframt, saman við restini av verkætlanarleiðsluni og arbeiðstoyminum, tryggja, at arbeiðið gongur smidliga. Eitt nú skalt tú taka tær av fyrisitingarligum og praktiskum uppgávum so sum fíggjarstýring, innkeypi, góðskutrygging og samskifti við undirveitarar, byggiharrar og ráðgevar.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur royndir sum leiðari og við byggi- og verklagsarbeiði og ert vanur at ganga undan, tá ið á stendur. Harafturat vænta vit, at tú ert útbúgvin verk- ella byggifrøðingur.
Eisini verður væntað, at tú sum leiðari hugsar í praktiskum loysnum og hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.
Tey, ið sett verða, skulu hava koyrikort.
Um spurningar eru í samband við starvið sum verkætlanarleiðari ella arbeiðsleiðari, ert tú vælkomin at tosa við Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo.
Hvat vit kunnu bjóða
– Størv við breiðum fakligum avbjóðingum.
– Møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning.
– Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo
Umsóknarfreistin er sunnudagin 2. mars 2025, samtalur verða hildnar leypandi, og størvini verða sett skjótast gjørligt.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Onnur tíðindi

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn
Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...