Tveir lærlingar til byggismíð

Vilt tú hava ein týðandi leiklut í byggivinnuni?

Kom so í læru sum byggismiður hjá J&K Petersen!

J&K Petersen leitar eftir tveimum ídnum lærlingum til byggismíð at byrja 1. desember.

Sum byggismiður verður tú ein partur av ymsu verkætlanunum hjá okkum, sum eru kring landið. Tú lærir alt um bygging av størri bygningum, vegum, brúgvum, íbúðarøkjum, torgum o.s.fr.

Les meira um útbúgvingina her:

https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/bygging/byggismi%C3%B0ur

Lærutíðin

Lærutíðin er 3 ár og 6-12 mánaðir.

Skúlagongdin er í Danmark. Vit gjalda ferðing og bústað í skúlaskeiðnum, so tú skalt bara hugsavna teg um skúlan.

Vit kunnu bjóða tær:

Eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi

Eitt arbeiðspláss í menning

Góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgvin

Um teg

Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:

– álítandi,

– ágrýtin, og

– røkin.

Umsókn

Vilt tú vita meira um læruplássið og fyritøkuna, ert tú vælkomin at ringja til Arthur Silvureið, lærumeistara, á telefon 585094.

Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er fríggjadagin 15. november 2024.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Melda til okkara tíðindabræv

Loading