Smiður til verkstaðið
Søkt verður eftir lastbila- ella entreprenørsmiði ella líknandi til verkstaðið at byrja skjótast gjørligt.
Verkstaðið tekur sær av øllum tekniskum og mekaniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, entreprenørmaskinum, amboðum og øðrum, sum hoyrir til tekniska og mekaniska økið.
Starvsstaðurin verður á Hjalla 13, men tú fert eisini at arbeiða á verkætlanunum hjá J&K Petersen, sum eru kring landið. Tú verður partur av verkstaðs- og goymslutoyminum, sum telur 13 fólk, har tú eisini verður við í tilgongdini at uppbyggja og skipa eitt nýtt verkstað á Hjalla.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur lasbilasmiður, entreprenørsmiður, maskinist, maskinsmiður, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving ella tilsvarandi royndir, og at tú, sum persónur ert:
- Álítandi
- Væl skipaður
- Arbeiðssamur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt
Vit kunnu bjóða
- Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum
- Førleikamennandi skeið
- Løn sambært útbúgving og royndum
Søk starvið
Umsókn við prógvum skal sendast við telduposti til starv@jkp.fo.
Umsóknarfreistin er mikudagin 15. januar 2025, samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at ringja til Anthonius Dalsgaard, verkstaðs- og goymsluleiðara, á telefon 585013, ella skriva til anthonius@jkp.fo.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Onnur tíðindi
Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...
Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...
Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...