Lærlingur til entreprenørsmið
Vilt tú hava ein týðandi leiklut í byggivinnuni?
Kundi tú hugsað tær at arbeitt við stórum maskinum og fingið eina góða útbúgving samstundis?
J&K Petersen søkir eftir lærlingum til verkstaðið at byrja í januar 2025 ella eftir avtalu.
Sum entreprenørsmiðlærlingur lærir tú at umvæla og viðlíkahalda ymsu lutirnar og skipanirnar, sum hoyrir stórum maskinum til; so sum motor- og hydralikstýringar, bremsuskipanir, viðlíkahaldskipanir og mangt annað.
Starvsstaðurin verður á nýggj verkstaðnum á Hjalla 13. Tú fert eisini at arbeiða á verkætlanunum hjá J&K Petersen, sum eru kring landið.
Skúlagongdin verður í Danmark. Vit gjalda ferðing og bústað í skúlaskeiðnum, so tú skalt bara hugsavna teg um skúlan.
Vit kunnu bjóða tær:
– eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi,
– eitt arbeiðspláss í menning, og
– góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving.
Um teg
Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:
– álítandi,
– ágrýtin, og
– røkin.
Umsókn
Vilt tú vita meira um læruplássið og fyritøkuna, so ring til Anthonius Dalsgaard, verkstaðs- og goymsluleiðari, á telefon 585013 ella skriva til anthonius@jkp.fo.
Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er mánadagin 9. desember.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI