Lærlingar

Vel eina kós, har tínir førleikar fara at verða eftirspurdir altíð!

Kom í læru hjá J&K Petersen. Vit bjóða lærupláss innan timbur, byggismið og entreprenørmaskinsmið.

Sum lærlingur hjá J&K Petersen fært tú eina góða útbúgving og førleikar, sum tú kanst brúka alt lívið.

Eftir lokna útbúgving hevur tú góðar starvsmøguleikar umframt møguleika at útbúgva teg víðari.

Vit kunnu bjóða tær:

– eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi,

– eitt arbeiðspláss í menning, og

– góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving.

Um teg

Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:

– álítandi,

– ágrýtin, og

– røkin.

Umsókn

Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er fríggjadagin 28. august 2026.

Samrøður verða hildnar leypandi, og lærutíðin kann byrja sambært avtalu.

Vilt tú vita meira um læruplássini og fyritøkuna, so ring til Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 110 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi. 

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Melda til okkara tíðindabræv

Loading