Lærlingar til byggismíð

Vilt tú hava ein týðandi leiklut í byggivinnuni?

Kom so í læru sum byggismiður hjá J&K Petersen!

J&K Petersen leitar eftir ídnum lærlingum til byggismíð at byrja eftir avtalu.

Sum byggismiður verður tú ein partur av ymsu verkætlanunum hjá okkum, sum eru kring landið. Tú lærir alt um bygging av størri bygningum, vegum, brúgvum, íbúðarøkjum, torgum o.s.fr.

Les meira um útbúgvingina her:

https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/bygging/byggismi%C3%B0ur

Lærutíðin

Lærutíðin er 3 ár og 6-12 mánaðir.

Skúlagongdin er í Danmark. Vit gjalda ferðing og bústað í skúlaskeiðnum, so tú skalt bara hugsavna teg um skúlan.

Vit kunnu bjóða tær

– Eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi

– Eitt arbeiðspláss í menning

– Góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgvin

Um teg

Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:

– álítandi,

– ágrýtin, og

– røkin.

Umsókn

Vilt tú vita meira um læruplássini og fyritøkuna, ert tú vælkomin at ringja til Arthur Silvureið, lærumeistara, á tlf.: 585094.

Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er fríggjadagin 26. september 2025. Samrøður verða hildnar leypandi, og lærutíðin kann byrja sambært avtalu.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi

Tíðindi

J&K Petersen fær nýggjar eigarar

Við nýggjum eigarum fer felagið undir ein nýggjan kapittul við føroyskum eigarum, kendari leiðs...

Tíðindi

J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið

Bæði ársroknskapurin og grøni roknskapurin vísa framgongd hjá J&K Petersen í 2025. Ársúrsli...

Tíðindi

Súsanna okkara samskipari í burðardygd

Súsanna Vang Toftegaard er sett sum samskipari í burðardygd hjá J&K Petersen. Hon byrjar í ...

Tíðindi

J&K Petersen staðfestir góðu gongdina

50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svør...

Tíðindi

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag

Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Tíðindi

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn

Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Tíðindi

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara

Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Tíðindi

Nýggj heimasíða!

Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Tíðindi

Produktiónslúka í Heygadali avhendað

Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...

Melda til okkara tíðindabræv

Loading