Kranaførari

Vit leita eftir einum kranaførara til eitt fjølbroytt starv. Fremsta uppgávan verður at veita kranatænastu til ymsu verkætlanirnar, sum vit hava kring landið. Harumframt skalt tú sum kranaførari eisini tryggja viðlíkahald, eftirlit og reinføri av bilinum.

Tú verður ein partur av toyminum á goymsluni og verkstaðnum, hiðani tín dagligi dagur verður skipaður í samráð við teg. Tað er tó umráðandi, at viðkomandi, sum verður settur, kann laga seg eftir uppgávunum og møguligum skiftandi arbeiðstíðum.

Um teg

Royndir sum kranaførari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tað hevur størri týdning, at tú, sum persónur ert:

  • álítandi,
  • arbeiðssamur, og
  • hevur góð samstarvsevni.

Krav

  • kranaloyvi D (upp til 25 tons), og
  • stóra koyrikort.

Vit kunnu bjóða

  • Góða løn og treytir sambært avtalu.

Søk starvið

Um tí hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at ringja til Anthonius Dalsgaard, goymslu- og verkstaðsleiðara, á telefon 585013.

Umsóknir við prógvum og CV o.ø. skulu sendast til starv@jkp.fo. Freistin er mánadagin 16. desember 2024. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Melda til okkara tíðindabræv

Loading