
Kranaførari
Nýggjur kranabilur er ávegis, og leita vit nú eftir kranaførara til eitt fjølbroytt starv. Kranabilurin er útgjørdur við nýggjastu tøkni við automatiskum gearum, kamera á síðuni í staðin fyri spegl, nýggjastu ljósføringini og einum Palfinger PK2900 krana.
Sum kranaførari verður tú ein lyklapersónur í felagnum. Høvuðsuppgávan verður at veita kranatænastu til ymsu verkætlanirnar, sum vit hava kring landið. Harumframt skalt tú sum kranaførari eisini tryggja viðlíkahald, eftirlit og reinføri av bilinum.
Tú verður ein partur av toyminum á goymsluni og verkstaðnum, hiðani tín arbeiðsdagur verður skipaður í samráð við teg. Tað er tó umráðandi, at viðkomandi, sum verður settur, kann laga seg eftir uppgávunum og møguliga skiftandi arbeiðstíðum.
Um teg
Royndir sum kranaførari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tað hevur størri týdning, at tú sum persónur ert:
- álítandi,
- arbeiðssamur, og
- hevur góð samstarvsevni.
Krav
- kranaloyvi E (yvir 25 tons), og
- stóra koyrikort.
Vit kunnu bjóða
- Góðar arbeiðsumstøður – nýggjur kranabilur er í gerð og verður latin okkum í næstum.
- Góða løn og treytir sambært avtalu.
Søk starvið
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at ringja til Anthonius Dalsgaard, goymslu- og verkstaðsleiðara, á telefon 585013.
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til starv@jkp.fo. Freistin er fríggjadagin 20. mars 2026. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Onnur tíðindi

Súsanna okkara samskipari í burðardygd
Súsanna Vang Toftegaard er sett sum samskipari í burðardygd hjá J&K Petersen. Hon byrjar í ...

J&K Petersen staðfestir góðu gongdina
50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svør...

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn
Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...