
Føroysk bygging – fakligur stoltleiki…
… hevur í fleiri áratíggju verið okkara slagorð. Nú vilja vit styrkja um fakligu førleikarnar og sóknast eftir starvsfólki til fleiri spennandi størv.
Samskipari í burðardygd
Søkt verður eftir samskipara í burðardygd. Talan er um eitt nýstovnað starv, og kemur tú saman við leiðsluni at skipa karmarnar og innihaldið av starvinum.
Samskiparin í burðardygd skal tryggja, at felagið livir upp til burðardygdpolitikk felagsins. Tú kemur at savna, greina og skipa hagtøl, seta í verk átøk, sum tryggja, at sett mál verða rokkin, og skriva frágreiðingar, ið boða frá framburði felagsins innan burðardygd.
Starvið fevnir um at seta í verk og gjøgnumføra ymsar verkætlanir. Tú skal harumframt ráðgeva leiðsluni um framtíðar kós og mál á burðardygdarøkinum.
Tú rapporterar beinleiðis til stjórnina og verður ein partur av netverkinum Varandi Vinna.
Førleikakrøv
Væntað verður, at tú hevur stóran áhuga fyri burðardygd og dámar at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er av stórum týdningi, at tú dugir at tilrættisleggja títt egna arbeiði.
Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur eina hægri útbúgving innan burðardygd, verkfrøði, umhvørvi, ella samsvarandi.
Vit vænta, at tú ert sera væl skipað(ur), hevur góð analytisk evni, og at tú dugir at samskifta greitt.
Starvið krevur koyrikort.
Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at ringja til Onnu Kalsø, varastjóra, á telefon 585007, ella skriva til anna@jkp.fo.
Verkætlanarleiðari og arbeiðsleiðari
Vit sóknast eftir verkætlanarleiðara og arbeiðsleiðara innan byggi- og verklagsarbeiði. Sum verkætlanarleiðari og arbeiðsleiðari verður tú partur av einum toymi og ein lyklapersónur í einari verkætlan. Tú skalt tryggja, at leverað verður til avtalaðan prís og til avtalaðu tíð.
Tú skalt harumframt, saman við restini av verkætlanarleiðsluni og arbeiðstoyminum, tryggja, at arbeiðið gongur smidliga. Eitt nú skalt tú taka tær av fyrisitingarligum og praktiskum uppgávum so sum fíggjarstýring, innkeypi, góðskutrygging og samskifti við undirveitarar, byggiharrar og ráðgevar.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur royndir sum leiðari og við byggi- og verklagsarbeiði og ert vanur at ganga undan, tá ið á stendur. Harafturat vænta vit, at tú ert útbúgvin verk- ella byggifrøðingur.
Eisini verður væntað, at tú sum leiðari hugsar í praktiskum loysnum og hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.
Tey, ið sett verða, skulu hava koyrikort.
Um spurningar eru í samband við starvið sum verkætlanarleiðari ella arbeiðsleiðari, ert tú vælkomin at tosa við Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo.
Formaður
Søkt verður eftir formanni til byggi- og verklagsarbeiði. Starvið fevnir um at vera við til at fyrireika uppstartin av ymiskum arbeiðum, at útinna arbeiðið og at tryggja, at leverað verður til avtalaðu tíð. Tú kemur sostatt at verða ein lyklapersónur á verkætlanini.
Í samstarvi við leiðsluna á plássinum skalt tú leiða og býta út arbeiðsuppgávur til starvsfólkahópin.
Vit vænta, at tú hugsar í praktiskum loysnum og ert drívandi megin á plássinum.
Førleikakrøv
Um tú hevur royndir sum formaður ella royndir við byggi- og verklagsarbeiði og ert vanur at ganga undan, ert tú møguliga tann rætti til starvið.
Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú ert útlærdur byggismiður ella rørleggjari.
Eisini verður væntað, at tú hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.
Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.
Um spurningar eru í samband við starvið sum formaður, ert tú vælkomin at tosa við Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo.
Hvat vit kunnu bjóða
– Størv við breiðum fakligum avbjóðingum.
– Møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning.
– Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo
Umsóknarfreistin er sunnudagin 2. mars 2025, samtalur verða hildnar leypandi, og størvini verða sett skjótast gjørligt.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn
Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...