Formenn til J&K Petersen 

Vegna økt virksemi verður søkt eftir formonnum til betong, verklag og bygging.  

Størvini fevna um at vera við til at fyrireika uppstartin av ymiskum arbeiðum, at útinna arbeiðið og at tryggja, at leverað verður til avtalaðu tíð. Tú kemur sostatt at verða ein lyklapersónur á verkætlanini. 

Í samstarvi við leiðsluna á plássinum skalt tú leiða og býta út arbeiðsuppgávur til starvsfólkahópin. 

Vit vænta, at tú hugsar í praktiskum loysnum og ert drívandi megin á plássinum. 

Førleikakrøv    

Um tú hevur royndir innan betong, verklag ella bygging og ert vanur at ganga undan, ert tú møguliga tann rætti til starvið. 

Eisini verður væntað, at tú hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd. 

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort. 

Hvat vit kunnu bjóða 

– Størv við breiðum fakligum avbjóðingum. 

– Møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning. 

– Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir. 

Umsókn 

Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 20. mars 2026, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast. 

Um J&K Petersen Contractors 

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði. 

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi. 

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI 

Melda til okkara tíðindabræv

Loading