
Formaður
Søkt verður eftir formanni til byggi- og verklagsarbeiði. Starvið fevnir um at vera við til at fyrireika uppstartin av ymiskum arbeiðum, at útinna arbeiðið og at tryggja, at leverað verður til avtalaðu tíð. Tú kemur sostatt at verða ein lyklapersónur á verkætlanini.
Í samstarvi við leiðsluna á plássinum skalt tú leiða og býta út arbeiðsuppgávur til starvsfólkahópin.
Vit vænta, at tú hugsar í praktiskum loysnum og ert drívandi megin á plássinum.
Førleikakrøv
Um tú hevur royndir sum formaður ella royndir við byggi- og verklagsarbeiði og ert vanur at ganga undan, ert tú møguliga tann rætti til starvið.
Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú ert útlærdur byggismiður ella hevur royndir við at leggja leiðingar í jørð.
Eisini verður væntað, at tú hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.
Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.
Um spurningar eru í samband við starvið sum formaður, ert tú vælkomin at tosa við Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo.
Hvat vit kunnu bjóða
– Størv við breiðum fakligum avbjóðingum.
– Møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning.
– Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo
Umsóknarfreistin er sunnudagin 2. mars 2025, samtalur verða hildnar leypandi, og størvini verða sett skjótast gjørligt.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Onnur tíðindi

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn
Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...