Formaður til timburarbeiði

Vegna økt virksemi verður søkt eftir formanni til timburarbeiði.

Sum formaður á timburdeild okkara verður tú ein av lyklapersónunum á ymsum byggiverkætlanum kring landið.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og tær fevna millum annað um fyrireiking og uppstart av timburarbeiðum. Sum formaður ert tú ein aktivur partur í byggiarbeiðinum, og saman við byggileiðsluni hevur tú eisini ábyrgd av, at uppgávurnar verða avhendaðar til avtalaða tíð.

Eisini skalt tú, í samstarvi við leiðsluna á plássinum, leiða og býta út arbeiðsuppgávur til starvsfólkahópin, sum fevnir um handverkarar, lærlingar og arbeiðsmenn

Vit vænta, at tú hugsar í praktiskum loysnum og ert drívandi megin á plássinum.

Førleikakrøv   

Tú skalt vera útlærdur timburmaður, byggifrøðingur ella líknandi. Um tú hevur royndir sum formaður og er vanur at ganga undan, ert tú møguliga tann rætti til starvið.

Eisini verður væntað, at tú hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

 Vit kunnu bjóða:

– starv við breiðum fakligum avbjóðingum,

– møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning, og

– løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.

Umsókn

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at ringja til Fríða Reinert Djurhuus, verkætlanarleiðara, á telefon 585063 ella Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088.

Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo.

Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi, og størvini verða sett sum skjótast. Freistin at søkja er fríggjadagin 30. mai 2025.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Melda til okkara tíðindabræv

Loading