
FØRARI TIL LASTBIL/FRAMLEIÐSLUFÓLK
J&K Petersen søkir eftir førara til lastbil, sum eisini kann taka hond í dagliga arbeiðnum, sum hoyrir byggivinnuni til.
Tú fert at hava høvuðsábyrgdina av koyring og viðlíkahaldinum av lastbilinum, og tá ongar uppgávur eru til bilin, verður tú partur av dagliga arbeiðnum á verkætlanum okkara.
Vit søkja tí eftir framleiðslufólki ella handverkara, sum hevur áhuga fyri koyring og byggivinnuni sum heild.
Vit kunnu bjóða tær:
– góða løn og treytir sambært avtalu.
Um teg
Tað er ein fyrimunur, men ikki krav, at tú ert hondverkari ella hevur royndir innan byggivinnuna, og at tú sum persónur er:
– fleksibul,
– álítandi, og
– røkin.
Stóra koyrikortið er ein treyt.
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Anthonius Dalsgaard, verkstaðs- og goymsluleiðara, á telefon 585013.
Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo.
Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi, og starvið verður sett eftir summarferiuna ella eftir avtalu. Freistin at søkja er fríggjadagin 18. juli 2025.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Onnur tíðindi

Súsanna okkara samskipari í burðardygd
Súsanna Vang Toftegaard er sett sum samskipari í burðardygd hjá J&K Petersen. Hon byrjar í ...

J&K Petersen staðfestir góðu gongdina
50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svør...

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn
Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...