
FÆRT TÚ TINGINI AT HANGA SAMAN?
Tað eru fólk, sum síggja uppgávur. Og so eru tað fólk, sum síggja samanhangin.
Vit leita eftir einum leiðslusamskipara, sum skal vera bindiliðið millum leiðslu, fyrisiting og deildarleiðslu. Hetta er eitt starv til tín, sum trívist við at skapa yvirlit, fáa arbeiðsgongdir at hanga saman og tryggja, at góðar avgerðir bæði verða framdar og fylgdar upp.
Hetta er ikki eitt vanligt skrivstovustarv, men eitt starv til tín, sum hevur evni at samskipa, raðfesta, hugsa tvørgangandi og skapa framdrift.
Starvið er nýtt, og verður ein týðandi partur av menningini av fyrisitingini og samstarvinum tvørtur um felagið.
Tú verður ein týðandi sparringspartnari hjá stjóran, deildarleiðarum og stuðulsfunktiónum og kemur at arbeiða tvørtur um alla fyrisitingina.
Starvið fevnir millum annað um:
- leiðslu- og fyrisitingarstuðul, herundir at tryggja, at fyrisitingarligar uppgávur verða fylgdar til dyrnar og harvið stuðla undir eina samanhangandi og effektiva fyrisiting,
- samskipan av fyrisitingini, herundir at samskipa praktiskar fyrisitingarligar uppgávur, so sum íverksetan av nýggjum mannagongdum og skipanum,
- KT-samskipan, umframt yvirskipaða ábyrgd fyri KT-trygd og GDPR,
- samskipan av stuðulsfunktiónum og at vera samskiftislið millum leiðslu og stuðulsfunktiónir,
- samskipan av arbeiðinum hjá kantinu- og reingerðarstarvsfólkinum (partvís starvsfólkaábyrgd),
- menning og góðska, herundir at eyðmerkja møguleikar at menna arbeiðsgongdir og mannagongdir.
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum við góðum møguleikum fyri fakligari menning og førleikamenning,
- eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi,
- løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.
Um teg
Tað er umráðandi, at tú sum leiðslusamskipari ert:
- sera skipað/ur,
- jalig/ur og tænastusinnað/ur av lyndi,
- opin fyri nýggjum hugsanarháttum og arbeiðsháttum.
Umsókn
Umsóknin skal sendast til sap@jkp.fo. Freistin at søkja er fríggjadagin 28. august 2026.
Samrøður verða hildnar leypandi, og starvsbyrjan er eftir nærri avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið og fyritøkuna, so ring til Sigtór A. Petersen, stjóra, á telefon 585009, ella skriva til sap@jkp.fo.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 110 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Onnur tíðindi

J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið
Bæði ársroknskapurin og grøni roknskapurin vísa framgongd hjá J&K Petersen í 2025. Ársúrsli...

Súsanna okkara samskipari í burðardygd
Súsanna Vang Toftegaard er sett sum samskipari í burðardygd hjá J&K Petersen. Hon byrjar í ...

J&K Petersen staðfestir góðu gongdina
50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svør...

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn
Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...