Bygg okkara framtíð!

Vegna økt virksemi verður søkt eftir timburfólkum.

J&K Petersen hevur fleiri spennandi verkætlanir í gerð kring alt landið, og tørvar okkum tí fleiri timburfólk at byggja framtíðina saman við okkum.  

Førleikakrøv   

tað er er fyrimunur, um tú ert útbúgving húsasmiður ella líknandi, men hevur tú royndin innan bygging, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Tað verður væntað, at tú hevur koyrikort, umframt at tú hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.

Hvat vit kunnu bjóða

  • Starv við breiðum fakligum avbjóðingum.
  • Gott og mennandi arbeiðsumhvørvi.
  • Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti til starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 20. novembur 2026, samrøðurverða hildnar leypandi, og størvini verða sett sambært avtalu.

Vilt tú frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at tosa við Fríði Reinert Djurhuus, verkætlanarleiðara, á telefon 585063, ella skriva til fridi@jkp.fo.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 130 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi. FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Melda til okkara tíðindabræv

Loading