Bilførari til at koyra trumlu- og pumpubil
Blandistøðin hjá J&K Petersen veitir dygdargott betong til størri og smærri verkætlanir, og sum pumpubilførari verður tú ein partur av toyminum á 7 fólk, sum veita betong til verkætlanir kring alt landið.
Talan er um fulltíðar starv, har arbeiðstíðirnar kunnu verða skiftandi.
Førleikar
Rætti umsøkjarin skal hava stóra koyrikortið og gjarna hava royndir við at koyra stórar bilar. Eisini vænta vit, at tú, sum persónur, ert:
– álítandi,
– arbeiðssamur, og
– hevur góð samstarvsevni.
Vit kunnu bjóða
Góða løn og treytir sambært avtalu.
Søk starvið
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at ringja til Arngrímur Arngrímsson, framleiðsluleiðara, á telefon 585025.
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til starv@jkp.fo. Freistin er mánadagin 30. september 2024. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI