
Arbeiðsleiðari
Vit sóknast eftir arbeiðsleiðara innan byggi- og verklagsarbeiði. Sum arbeiðsleiðari verður tú partur av einum toymi og ein lyklapersónur í einari verkætlan.
Saman við restini av verkætlanarleiðsluni og arbeiðstoyminum skalt tú tryggja, at arbeiðið gongur smidliga. Eitt nú skalt tú taka tær av fyrisitingarligum og praktiskum uppgávum so sum innkeypi, góðskutrygging og samskifti við undirveitarar, byggiharrar og ráðgevar.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur royndir sum leiðari og við byggi- og verklagsarbeiði og ert vanur at ganga undan, tá ið á stendur. Harafturat vænta vit, at tú ert útbúgvin byggifrøðingur ella líknandi.
Eisini verður væntað, at tú sum leiðari hugsar í praktiskum loysnum og hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.
Hvat vit kunnu bjóða
– Starv við breiðum fakligum avbjóðingum.
– Møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning.
– Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.
Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. novembur 2025, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Onnur tíðindi

Súsanna okkara samskipari í burðardygd
Súsanna Vang Toftegaard er sett sum samskipari í burðardygd hjá J&K Petersen. Hon byrjar í ...

J&K Petersen staðfestir góðu gongdina
50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svør...

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn
Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...