Verkætlanarleiðari

Vegna økt virksemi sóknast vit eftir verkætlanarleiðara til byggi- og verklagsarbeiði.

Sum verkætlanarleiðari verður tú ein lyklapersónur á einari verkætlan, har tú skalt tryggja, at arbeiðið gongur smidliga og at leverað verður til avtalaða tíð og prís.

Eitt nú skalt tú taka tær av fyrisitingarligum og praktiskum uppgávum so sum fíggjarstýring, innkeypi, góðskutrygging og samskifti við undirveitarar, byggiharrar og ráðgevar.

Førleikakrøv   

Vit vænta, at tú ert útbúgvin verk- ella byggifrøðingur. Tað er ein fyrimunur um tú hevur leiðsluroyndir og arbeiðsroyndir innan byggi- og verklagsarbeiði.

Eisini verður væntað, at tú sum leiðari, hugsar í praktiskum loysnum og hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.

Hvat vit kunnu bjóða

–  Starv við breiðum fakligum avbjóðingum.

– Møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning.

– Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti til starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 28. august 2026, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið verður sett, um vit finna rætta viðkomandi. 

Vilt tú frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at tosa við Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Melda til okkara tíðindabræv

Loading