Ein yrkisleið, sum AI ikki kann yvirtaka?  

Vel eina kós, har tínir førleikar verða eftirspurdir – altíð! 

Kom í læru hjá J&K Petersen. Vit bjóða lærupláss innan timbur, byggismið og entreprenørmaskinsmið. 

Sum lærlingur hjá J&K Petersen fært tú eina góða útbúgving og førleikar, sum tú kanst brúka alt lívið. 

Eftir lokna útbúgving hevur tú góðar starvsmøguleikar umframt møguleika at útbúgva teg víðari. 

Vit kunnu bjóða tær: 

– eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi, 

– eitt arbeiðspláss í menning, og 

– góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving. 

Um teg 

Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert: 

– álítandi, 

– ágrýtin, og 

– røkin. 

Umsókn 

Vilt tú vita meira um læruplássini og fyritøkuna, so ring til Ásu Hammershaimb Christiansen, HR-samskipara, á telefon 585005 ella skriva til hr@jkp.fo. 

Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er fríggjadagin 11. apríl 2026.  

Samrøður verða hildnar leypandi, og lærutíðin kann byrja sambært avtalu. 

Um J&K Petersen Contractors 

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði. 

Umleið 110 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi. 

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI 

Melda til okkara tíðindabræv

Loading