
Dámar tær buldur og brak?
Kom so og sprong hjá J&K Petersen!
Vegna økt virksemi søkja vit eftir spreingimeistara. Sum spreingimeistari verður tú ein lyklapersónur í fyritøkuni, og fer at standa fyri at løða og spreingja á ymsu verkætlanunum, sum eru kring landið.
Førleikakrøv
Royndir innan spreinging og verklag er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Vit veita neyðuga upplæring og skeið. Tað hevur størri týdning, at tú sum persónur ert:
- álítandi
- arbeiðssamur, og
- hevur góð samstarvsevni
Eisini verður væntað, at tú hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.
Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.
Hvat vit kunnu bjóða
- spreingimeistaraskeið
- upplæring
- góða løn og góðar treytir
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 20. mars 2026, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 130 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Onnur tíðindi

Súsanna okkara samskipari í burðardygd
Súsanna Vang Toftegaard er sett sum samskipari í burðardygd hjá J&K Petersen. Hon byrjar í ...

J&K Petersen staðfestir góðu gongdina
50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svør...

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag
Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn
Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara
Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Nýggj heimasíða!
Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Produktiónslúka í Heygadali avhendað
Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...