Timburmenn

Vegna økt virksemi hava vit tørv á fleiri timburmonnum (m/k) til verkætlanir okkara kring landið.

Vit vænta, at tú ert útbúgvin timburmaður ella hevur royndir innan bygging.

Størvini verða sett sum skjótast.

Vit kunnu bjóða tær:

– eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum,

–  førleikamennandi skeið, og

– løn sambært útbúgving og royndum.

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella tilsvarandi royndir, og at tú sum persónur er:

– álítandi,

– ágrýtin, og

– røkin.

Koyrikort er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Umsókn

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at ringja til Fríða Reinert Djurhuus, verkætlanarleiðara, á telefon 585063 ella Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088.

Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo.

Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi, og størvini verða sett sum skjótast. Freistin at søkja er fríggjadagin 30. mai 2025.

Um J&K Petersen Contractors

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi

Tíðindi

J&K Petersen fær nýggjar eigarar

Við nýggjum eigarum fer felagið undir ein nýggjan kapittul við føroyskum eigarum, kendari leiðs...

Tíðindi

J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið

Bæði ársroknskapurin og grøni roknskapurin vísa framgongd hjá J&K Petersen í 2025. Ársúrsli...

Tíðindi

Súsanna okkara samskipari í burðardygd

Súsanna Vang Toftegaard er sett sum samskipari í burðardygd hjá J&K Petersen. Hon byrjar í ...

Tíðindi

J&K Petersen staðfestir góðu gongdina

50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svør...

Tíðindi

Sigtór í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag

Í farnu viku var aðalfundur og nevndarval hjá Havnar Handverksmeistarfelag, og Sigtór A. Peters...

Tíðindi

Víðkan og umvæling av flogbreytini hjá Vága Floghavn

Mikudagin í farnu viku undirskrivaðu J&K Petersen og HJ Asfalt arbeiðstøkusáttmála við Vága...

Tíðindi

Avhendingarskjal undirskrivað av byggiharra og høvuðsarbeiðstakara

Fyri løtu síðani skrivaðu Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstak...

Tíðindi

Nýggj heimasíða!

Í dag er nýggja heimasíðan hjá J&K Petersen tøk á netinum. Her á heimasíðuni ber eitt nú ti...

Tíðindi

Produktiónslúka í Heygadali avhendað

Gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og som...

Melda til okkara tíðindabræv

Loading