
Íbúðir við Broncks
J&K Petersen hevur bygt 10 nýggjar íbúðir við Broncks í Havn. Verkætlanin fevnir um fimm byggieindir, sum hvør er býtt upp í tvær íbúðir. Samlaða búvíddin er 716 m², umframt 144 m² goymslurúm í kjallaranum.
Íbúðirnar eru bygdar á økinum, har gamla fongslið við Broncks stóð. Áðrenn nýggja byggingin kundi burja, skuldi stóri betongbygningurin takast niður. J&K Petersen var høvuðsarbeiðstakari fyri alla verkætlanina, sum tískil byrjaði við niðurtøkuni av gamla fongslinum. Bygningurin var serliga krevjandi at bróta niður, tí hann var bygdur við tjúkkum betongmúrum og betongdekkum í trimum hæddum.
Eftir niðurtøkuna varð økið gjørt byggiklárt. Hetta fevndi millum annað um avgrevstur, leggja drenandi fyllu og planering upp til asfalti. Leiðingar vórðu lagdar í lendið, og ein pumpuskipan varð gjørd til spillvatnið.
Fundamentini vórðu síðani stoypt, og byggingin tók veruliga skap. Íbúðirnar vórðu innilokaðar um summarið 2025, og tá kundi farasr undir innandura arbeiðið. Hetta fevndi millum annað um HVS-, el- og tele-arbeiði, múraraarbeiði, laminatgólv og flisar í vátrúmum, umframt málingararbeiði innan.
Uttanum íbúðirnar vórðu eisini gjørdar gøtur, gøtulyktir og grasøki, soleiðis at verkætlanin varð liðug sum eitt samlað og innbjóðandi bústaðarøki.
Byggitíðin varð mett til 18 mánaðir íroknað prosjektering, men arbeiðið gekk so mikið væl, at íbúðirnar vórðu avhendaðar tveir mánaðir fyri tíð tann 12. juni 2026.
Undirveitarar:
Niðurbróting: Sp/f FSUH v/Tórleif Hansen
HVS: Renovent
EL: Install
Málari: Anskar Hansen Sp/f
Múrari: Sigtór Heinesen























