Langhylur í Gundadali
Verkætlanin umfataði í rundum tølum 4.900 m2 gólvvídd til 50 metrar langhyl. Tilhoyrandi fasilitetir so sum áskoðarapláss, gosbað, damprúm, brúsurúm, hitarúm, fleirvirkissal umframt aðrar vælveruhentleikar, eitt nú úti og inni hyljar, vóru eisini partur av verkætlanini. Afturat nýbyggingini stóð J&K Petersen fyri samanbygging við verandi svimjihøll og fyri klárgeran av økinum uttan fyri.
Talan var um sera kompleksa og fevnandi verkætlan, sum kann lýsast í smærri pørtum:
Verklagsarbeiði: byggibúgving, eitt nú avgrevstur, spreinging, planering, veitir og undirføringar, skráar og gøtur.
Bygningsarbeiði: betongarbeiði, fundament, veggir, súlur, gólv, dekk og elementdekk.
Stálarbeiði: stálkonstruktiónir í takinum, stál-svimjihyljar og lyft.
Timburarbeiði: berandi takkonstruktión gjørd úr límtræ, klæðing við aluplátum, takpapp, vindeygu, hurðar og innrætting.
Annað: HVS, vatnverk til svimjihyljar, ventilatión, el-arbeiði, múring, flísaarbeiði, málaraarbeiði.
Arbeiðið varð gjørt sum høvuðsarbeiðstøka, og umfataði sostatt at leiða og samskipa egin arbeiðir og arbeiðir hjá undirveitarum, harundir at samskipa rættstundis veitingar av útgerð og tilfari til verkætlanina.
Við nýggja langhylinum í Gundadali er ítróttarumhvørvið, ikki bara í Gundadali, men í Føroyum, ment og styrkt, og hava Føroyar fingið ein svimjihyl, sum kann brúkast til næstan allar altjóða kappingar. Umframt hetta, eru hentleikar nú eisini í høvuðsstaðnum til bæði endurvenjingar og hugna í vælveruøkinum.