Produktiónslúkur í Heygadali
J&K Petersen hevur staðið fyri arbeiðinum at skera hol í byrgingina og gjørt stoypiarbeiðið, í samband við at nýggj lúka skuldi setast í byrgingina í Heygadali. Tappilúkan er ein liður í at framtíðartryggja vatnbyrgingina, so at byrgingin kann tømast skjótari.
Arbeiðið fevndi um jørðarbeiði, stoypiarbeiði og montering av trappum og girðing.
Umframt hetta, varð gamla produktiónslúkan, sum er gott 60 ára gomul, í ringum standi og mátti skiftast, og somuleiðis mátti betongið skiftast. Ístaðinfyri at brekka við hond varð ein ultra-hátrýstspulari brúktur til at reinsa og bróta betongið og til at fjerna rust. Hetta fyri at minka um ávirkanina á kroppin, sum brekking hevur, og fyri at tryggja, at rivur ikki settust í betongi.