Messan í Sørvági

Betongarbeiði
Byggiarbeiði
Verklagsarbeiði
Byggiharri
Sørvágs Kommuna og áhugafelagið Sjósavn- og mentanarhús í Vágum
Slag av arbeiðstøku
Høvuðsarbeiðstøka
Slag av arbeiði
Nýbygging
Tíðarskeið
2024-2025

Verkætlanin umfataði at byggja ein bygning, sum er 510 m2 til støddar umframt eina betongterassu á 400 m2.

Áðrenn byggingin kundi gerast, mátti ein umfataði uppfylling gerast eystanfyri bátahylin í Sørvági. Uppfyllingin var á leið 6.000 nýggir m², og runt økið varð ein 200 metrar long brimverja laðað.

Arbeiðið at fylla upp byrjaði í september 2024, og vóru uppfyllingin, brimverja og leiðingar liðug um ársskiftið. Síðani varð farið undir arbeiðið at gera sjálva  Messuna ígongd, og stóð hon liðug eitt ár seinni – í desember 2025.

J&K Petersen hevur í høvuðsarbeiðstøku staðið fyri projekteringini og heildarveitingini á verkætlanini.

Arbeiðstøkan fevndi um jørð- og leiðingarbeiði, laðing, betong-, stál-, timbur-, málara- og gólvarbeiði.

Messan hevur eitt sermerkt arkitektoniskt snið, har ein gamal træbátur, Marna, er partur av takkonstruktiónini. Miðrúmið er høvuðsdepilin í bygninginum, og er skrokkurinav bátinum krúnan á verkinum inni í miðrúminum. Kring miðrúmið eru glasveggir, sum geva gott útsýni bæði yvir bygdina og fjørðin, og kemur somuleiðis nógv dagsljós inn í húsið. Út frá miðrúminum eru tríggir veingir, har høvuðsinngongd og vesi eru í einum, køkur og starvsfólkaøki í einum, og í triðja veinginum eru teknikk- og goymslurúm.

Melda til okkara tíðindabræv

Loading