Víðkan av Tórshavnar havn

Grótkast
Havnagerð
Byggiharri
Tórshavnar havn
Slag av arbeiðstøku
Høvuðsarbeiðstøka
Slag av arbeiði
Nýgerð
Tíðarskeið
2017-2022

Víðkanin av Tórshavnar Havn er størsta verkætlan, sum J&K Petersen hevur átikið sær.

Arbeiðið fevndi um at bora og spreingja í nýggja grótbrotinum á Glyvursnesi, har 3.500.000 m3 av gróti vórðu sprongd. Grótið varð síðani flutt við til nýggja havnarlagið. Til hetta vórðu bæði grótbátar og dumparar nýttir. Eisini vórðu 400.000 m3 av gróti tikið við gamla havnarlagið og nýtt til víðkanina. Umframt vórðu tvær stórar betongkistur stoyptar í turrdokkini á Skála, fyri síðani at verða fluttar til havnina.

Útfyllingin av gróti fevndi millum annað um at fylla upp frá 35 metra dýpi, soleiðis at hægsta punkti á nýggja havnarlagnum er 10 metrar omanfyri vatnskorpuna, og lagaða brimverjan er 1.000 metrar long.

Samlaði keikanturin á nýggja havnarlagnum er 956 metrar, og víddin á økinum, sum varð javnað klárt til at asfaltera, er á leið 93.000 m2. Dýpið á nýggja havnarlagnum er 15 metrar.

Sum dømi um vavið á uppgávuni kann nevnast, at nýttir vórðu 7,1 mió. litrar av diesel, 1.200 tons av spreingievni umframt at 600.000 steinar eru lagdir ein og ein í brimgarðin.

Melda til okkara tíðindabræv

Loading