
Burðardygd

Burðardygd er ein samfelagslig ábyrgd…
…, sum J&K Petersen ynskir at taka í størsta álvara.
Tað er okkara greiða fatan, at skal J&K Petersen standa seg í kappingini – bæði um tey bestu starvsfólkini og um tær spennandi uppgávurnar – so skal virksemið í størri mun taka hædd fyri burðardygd. J&K Petersen skal vísa dugnasemi og skynsemi í øllum sínum virksemi, tí samfelagsligt tilvit er ein partur av tilverurættinum hjá einari nútímans fyritøku.
Hvat er burðardygd?
Hugtakið burðardygd kann skilmarkast sum „førleikin at nøkta tørvin hjá núverandi ættarliði – uttan at førleikin hjá komandi ættarliðum at nøkta sín tørv verður settur í váða“. Hetta fevnir um at hava fyrilit fyri Umhvørvi, Fólki og Búskapi – ofta nevnt tær tríggjar súlurnar innan Burðardygd. Á enskum kallast hetta The Tripple Bottom Line, har tær tríggjar súlurnar nevnast PPP: People, Profit og Planet.
Fyri at siga frá okkara framgongd í arbeiðinum við burðardygd, geva vit frá 2026 eina árliga ESG-frágreiðing út.
Politikkur fyri burðardygd og samfelagsábyrgd
Les okkara polikk fyri burðardygd og samfelagsábyrgd her:
ESG-frágreiðingar
J&K Petersen er partur av netverkinum Varandi Vinna. Netverkið
eggjar smáum og miðalstórum fyritøkum til at nýta VSME-leistin til ESG-frágreiðingar. VSME stendur fyri Voluntary Sustainability Reporting Standard for non-listed SMEs.
Okkara fyrsta ESG-frágreiðing fyri 2024-2025 kann lesast her:
Leinkja
