Timburmenn
Vegna økt virksemi hava vit tørv á fleiri timburmonnum (m/k) til verkætlanir okkara kring landið.
Vit vænta, at tú ert útbúgvin timburmaður ella hevur royndir innan bygging.
Størvini verða sett sum skjótast.
Vit kunnu bjóða tær:
– eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum,
– førleikamennandi skeið, og
– løn sambært útbúgving og royndum.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella tilsvarandi royndir, og at tú sum persónur er:
– álítandi,
– ágrýtin, og
– røkin.
Koyrikort er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Umsókn
Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at ringja til Fríða Reinert Djurhuus, verkætlanarleiðara, á telefon 585063 ella Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088.
Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo.
Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi, og størvini verða sett sum skjótast. Freistin at søkja er fríggjadagin 30. mai 2025.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI