Arbeiðsfólk í Suðuroy
Søkt verður eftir arbeiðsfólki til verkætlanina Fámjinstunnilin. Talan er um fulltíðar starv árið út, har uppgávurnar fevna um forskalling, stoyping, at leggja rør og ymiskt fyrifallandi.
Førleikar
Royndir innan verklagsarbeiði er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tað hevur størri týdning, at tú, sum persónur ert:
- álítandi,
- arbeiðssamur, og
- hevur góð samstarvsevni.
Vit kunnu bjóða
- løn og treytir sambært avtalu.
Søk starvið
Um tí hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at ringja til Jens Christian Joensen, arbeiðsleiðara, á telefon 585046.
Umsóknir við prógvum og CV o.ø. skulu sendast til starv@jkp.fo. Freistin er mánadagin 29. november 2024. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.
Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI