Fámjinstunnilin – í gerð
Í mai 2022 varð arbeiðstøkusáttmálin um Fámjinstunnilin, íroknað tilhoyrandi vegir, undirskrivaður millum Landsverk og J&K Petersen.
Sáttmálaupphæddin varð góðar 149 mió. krónur.
Í juli 2022 byrjaði jørðarbeiðið, og 16. november 2022 var hátíðarløta í Øðravík í sambandi við at fyrsta skotið varð latið av. Tað var Egon Rasmussen, elsti borgari í Øðravík, ið lat skotið.
Arbeiðið hevur síðani gingið væl, og er tað tjekkiska tunnilsveitaranum MTS Norge, sum hevur staðið fyri sjálvum tunnilspartinum.
Verkætlanin hevur tó verið merkt av vánaliga fjallinum, og er tað fleiri ferð komið fyri, at loftið í tunlinum er dottið undan. Fyrsta kollapsið var í apríl í 2023 og tað næsta í oktober sama ár. Á vári 2024 var enn eitt kollaps, meðan arbeitt varð við at uppbyggja økið frá næsta kollapsinum.
Í øllum kollapsunum hevur støðan verið sera heppin. Eingin álvarsligur mannaskaði hevur staðist av hendingunum. Tó hava kollapsini viðført, at byggitíðin er longd, og væntað avhendan av verkætlanini verður tí nakrir mánaðir seinri, enn upprunaliga ætlað.
Um bakgrundin til verkætlanina segði táverandi Landsverksstjóri, Sigurd Lamhauge, soleiðis:
”Síðani 1939 hevur einsporaði, bratti og smali vegurin verið einasta lívæðrin hjá Fámjingum til restina av oynni. Og vit vita væl, at náttúruvakri túrurin ikki altíð er líka tespiligur.
Náttúrukreftirnar á Fámjinsvegnum eru øgiligar. Vindur, regn og kavi avbyrgir fólkið og forðar fyri menningini, sum onnur pláss í landinum náttúrliga vinna sær.”
Síðsta skotið varð latið av 18. juli 2024.
Tunnilin verður væntandi tikin í nýtsla fyrru helvt av 2025.
Fámjinstunnilin verður umleið 1.200 metrar langur við tveimum breytum.