SEV á Sundi
Verkætlanin fevnir um at endurnýggja fyrisitingarpartin av Sundsverkinum. Upprunaliga var ætlanin bert at gera lendishæddina, men í 2025 varð avtalað, at endurnýggja allar hæddirnar umframt at skifta takið.
Bygningurin er innrættaður av nýggjum við nútímans skiftirúmum við brúsum og vesum, kantinu við køki og sjálvtøku, goymslum og móttøku við høvuðsdyrnar.
Innveggir, gólv og tekniskar innstallatiónir vórðu tiknar niður, og nýggj innrætting varð gjørd við gipsveggum, glaspartíum og innhurðum. Nýggj gólv vórðu stoypt við bjálving og gólvhita, og í skiftirúmsøkinum er serliga slitsterkt systemgólv lagt.
Bygningurin er eisini dagførdur uttan. Útveggir, takkonstruktión og vindeygu eru bjálvað og partvíst endurnýggjað, og nýggjur klædningur í eyðkenda reyða litinum er ásettur.
Skorið varð eisini fyri størri vindeygum og nýggjum hurðum. Hetta gevur betri atkomumøguleikar umframt betri dagsljós og gott útsýni yvir Kaldbaksfjørð. Tað skuldu skerast fyri 22 holum í tjúkka metal-armeraða betongvegginum, og var hetta sera avbjóðandi fyri betongsagina, men við snildum varð komið á mál.
Tekniskt er bygningurin eisini dagførdur við nýggjum HVS-, ventilatións-, kloak- og el-innstallatiónum. Hetta fevnir um hita, vatn, sanitet, ljós, kraft, dátanet og trygdarskipanir umframt nýtt ventilatiónsverk á ovastu hæddini.
Uttandura er stoypt fyri vindfangi, rampu og einari nýggjari terrassu á eystursíðuni.

















