Stuðul

J&K Petersen stuðlar feløgum og felagsskapum, sum fáast við vælgerandi endamál, mentan ella ítrótt. Virksemið skal vera í einum av økjunum, har J&K Petersen virkar.

Tíverri ber ikki til at stuðla øllum, ið søkja. Stuðul verður tí ikki latin til ferðing, so sum námsferðir, og ei heldur til politisk endamál, ella til tónleika- og bókaútgávur.

Umsóknir um stuðul skulu vera skrivligar og sendast umvegis umsóknarskjalið niðanfyri. Einans umsóknir, sum verða sendar inn við hesum umsóknarskjalinum, verða viðgjørdar.

Umsóknirnar verða viðgjørdar seinast í hvørjum mánaði.