Vága Floghavn liðugt
Vága floghavn bleiv avleverað til tíðina tann 02. desembur 2011. Hetta er størsta einstakað uppgávan J&K Petersen hevur gjørt. Tað er ikki bara størsta uppgávan J&K hevur gjørt, hetta er eisini størsta uppgávan í grótnøgd sum er gjørd í Føroyum. Talan er um 1,3 mill M3 í føstum máti. Tá sprongt varð, er talan um uml. 2,0 mill m3 av gróti.
Arbeiðið hevur gingið sera væl. Arbeitt hevur verið 24 tímar um døgnið stóran part av tíðini. Allar komur og fráferðir hjá Atlantic Airways hava verið gjørdar uttan steðg.
Tá flest fólk hava arbeitt í verkætlanini hava verið uml 80 fólk. Arbeitt hevur verið bæðið á landi og eisini er moli gjørdur út í Sørvágsvatn. Nýggjar ljósmatrar eru settar upp í báðum endum av vøllinum. Innflúgvingartólini eru eisin nútímansgjørd. LM Electric hevur verið undirveitari til EL-arbeiðið, og Landsverk hevur verið undirveitari til asfaltarebeiðið.
J&K Petersen ynskir Vága Floghavn tillukku við vøllinum.









