Um J&K
Søgan hjá felagnum gongur heilt aftur til 1948, tá felagið keypti tann fyrsta lastbilin, og byrjaði koyring fyri fólk og kommunur á Sandoynni. Í 1970´unum var partur av virkseminum eisini ferðafólkaflutningur, men hetta virksemið helt uppat í 1975.
J&K Petersen Contractors sum vit kenna felagið í dag, byrjaði sítt virksemi í 1975 er næsta ættarlið í felagnum. Tá tóku av brøðurnir John & Kristian Anfinn Petersen við, har styttingin J&K eisini stavar frá. Eftir hetta er bert entreprenørarbeiði á skránni hjá felagnum.
Eigarasamansetingin er broytt, men navnið er tað sama enn, og er eisini sera væl kent millum manna.
J&K Betong, sum er eitt dótturfelag hjá J&K Petersen Contractors, er ein ein sjálvstøðugur partur av virksemi felagsins. J&K Betong veitir betong til nógvar kundar kring um í Føroyum. Eins og J&K Betong eisini veitir betong til ymisk arbeiðir hjá J&K Petersen Contractors. Byrjað varð við hesum virksemi í 1989.
Virksemið hjá J&K Petersen Contractors øktist støðugt ígjøgnum 1990´ini, og felagið útvegaði sær m.a. dýpingaramboð í 1994. Í 1996 varð fyrsta uppgávan uttanlands veruleiki, tá dýpingararbeiðið í Íslandi varð gjørt. Felagið hevur eisini havt uppgávur í Grønlandi, har byrjað varð í 1999.
J&K Petersen Contractors, hevur síðan ár 2000 havt høvuðsskrivstovu á Hjalla í Hoyvík - Tórshavn, haðan alt virksemið eisini verður samskipað.
Virksemið hjá felagnum er nógv økt síðani ár 2000. Felagið hevur útvegað sær nógv amboð, og starvsfólkatalið er økt munandi.




