Timburmenn

Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir timburmonnum. Í samband við vaksandi byggivirksemi í felagnum verður økt um okkara starvsfólkahóp við handverkfakligum útbúgvingum. Vit søkja tí eftir timburmonnum í Eysturoyar- og Streymoyar økinum.

Um tú ynskir at gerast partur av einum breiðum starvsfólkahópi og ert áhugað/ur í dygdargóðum handverki, átti tú at søkt starv hjá okkum.

Starvsfólkaprofilur:

J&K væntar at tú:

- hevur royndir sum handverkari og kann arbeiðs sjálvstøðugt

- leggur dent á dygd og trygd

- góðan arbeiðsmoral

- samstarvsáhugað/ur

Sum felag kann J&K bjóða góðar arbeiðsumstøður við skipaðum viðurskiftum. J&K hevur nógvar verkætlanir fyri framman og kann umsøkjarin tí vænta javnt og støðug arbeiði.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um arbeiði ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Troest, projektleiðara á tlf: 585086 ella við at venda tær til Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Eisini ber til at senda umsókn via mail á: starv@jkp.fo

Um J&K Petersen

J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 150 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir í fakinum.

J&K Petersen

Føroysk bygging - Fakligur stoltleiki.