Tíðindasavn
Útferð
Mai 25 , 2009
Í góðveðrinum Kristi himmalferðardag skipaði J & K fyri útferð. Øll møttust í Vágsbotn har farið varð umborð á Norðlýsið kl 09.00. Vit fingu kaffi og rundstykkir umborð meðan vit silgdu út í Koltur. Bjørn Patursson tók ímóti okkum, og vísti okkum runt í gamla býlinginum ”Heima í garði”. Síðani fóru tey flestu niðan á Eiðið at njóta útsýnið.
Tá komið ...
les meir
Sand- og skervgoymsla
Mai 12 , 2009
J & K Betong betrar um viðskiftini at goyma sand og skerv.
Alt tilfarið sum verður brúkt til framleiðslu av betong kemur úr Noregi, og til tess at goymslan skal verða so góð sum gjørligt, verður dekk stoybt at leggja tilfarið á. Skilaveggur verður gjørdur, soleiðis at greiður skilnaður er millum sand- og skervgoymsluna.
...
les meir
Tillukku H71
Apríl 14 , 2009
Fyri fyrstu ferð eyðnaðist tað ítróttarfelagnum H71 at vinna FM heitið í Atlantic Airways deildini hjá monnum.
Aftaná at hava vunnið báðar finaludystirnar var H71 greiður FM vinnari 2009.
J & K Petersen er høvuðstuðul hjá H71, vit ynskja felagnum hjartaliga tillukku við sigrinum.
...
les meir
Íðnaðarøki á Skarshjalla
Apríl 03 , 2009
Arbeiðið at gera íðnaðarøki á Skarshjalla gongur heilt væl. Moldin verður grivin omanav og koyrd á Húsahaga.
Partur av økinum er sprongt, men tó er nakað eftir at spreingja.
Ætlanin er at arbeiðið skal vera liðugt til jóla í ár, og tað skuldi ikki verið nakar trupuleiki við tí, sum arbeiðið gongur nú.
...
les meir
Tunnusláttur á føstulávint
Mars 05 , 2009
Á Føstulávint varð sum vanligt tunnusláttur á Hjalla. Sum so ofta fyrr høvdu timburlærlingar gjørt tunnuna klára og styrkt hana væl (kanska ov væl). Kranabilurin hjá Janus bleiv koyrdur inn, og tunnan varð hongd í kranan.
Øll møttu á smiðjuni kl 17.00 og síðani varð sligið tunnu í umleið 1½ tíma. Fólkið fekk okkurt gott afturvið meðan sligið varð. Tá tunnan ...
les meir
Avlevering av Norðhavnini í Klaksvík
Februar 25 , 2009
Arbeiðið at leingja Norðhavnina bleiv á lítlari samkomu á skrivstovuni hjá P/F Christian í Grótinum avleverað, umboð fyri Klaksvíkar Kommuni og Christian í Grótinum og onnur vóru hjástødd. Norðhavnin er nú longd við 100 metrum, sostatt er bryggjan nú 317 metrar og dýpið er 12 metrar. Hetta gevur nýggjar møguleikar fyri virksemið hjá Klaksvíkar Havn, tí øll skip sum sigla ...
les meir
Eiði 2 tunnilsarbeiðið
Januar 20 , 2009
Samtakið EIÐI 2 millum J & K Petersen og MT Højggard, sum borar tunnil fyri S.E.V. letur væl at arbeiðinum. Hilbert Elisson projektleiðari sigur, at arbeiðið gongur sum ætlað og boring og spreinging suðureftir er liðugt. Umleið 50 % av samlaðu boringini er gjørd og nú verður økt um boringina norðureftir.
Afturat sjálvum tunnlinum skulu skaktir borast upp til áarinntøkini. ...
les meir
Bingjuhavnin í Kollafirði liðug.
Januar 14 , 2009
Fríggjadagin 11. januar varð snotuliga bingjuhavnin latin eigaranum á einari hugnaligari samkomu á staðnum.
Røður vóru hildnar, Jónsvein Lamhauge, havnameistari takkaði fyri gott samstarv og var fegin um arbeiðið sum J&K Petersen hevur gjørt. Hann nevndi at bæði kostnaðarætlanin og tíðarætlan hava hildið. Formaðurin í Havnanevndini Jákup Simonsen takkaði somuleiðis fyri gott arbeiðið. John Petersen takkaði Tórshavnar Havn fyri gott ...
les meir
Bingjuhavn á Oyrareingjum
Desember 22 , 2008
Havnarlagið frammanfyri nýggju bingjuhavnina er dýpt niður á -13 metrar. Tilfarið, ið grivið er upp, er síðani silgt út á streymasjógv við grótbátinum "SIRI". Ein 220 metra long spunskei við 12 metra dýpi fram við bryggjukantinum er bygd. Ein atløgubryggja til Norrønu og onnur skip er eisini bygd. Bingjuhavnin er nú 30.000 m2 við streymskápum til frystibingjur.
Slag av arbeiðstøku: Høvuðsarbeiðstøka ...
les meir
Arbeiðið í Hvalba er avhendað
Desember 22 , 2008
Arbeiði at umvæla grótkastið í Hvalba er avgreitt.
Tað hevur gingið væl, og er levera til tíðina. Báðir partar eru sera væl nøgdir. ...
les meir


