Tíðindasavn
Vága Floghavn liðugt
Januar 20 , 2012
Vága floghavn bleiv avleverað til tíðina tann 02. desembur 2011. Hetta er størsta einstakað uppgávan J&K Petersen hevur gjørt. Tað er ikki bara størsta uppgávan J&K hevur gjørt, hetta er eisini størsta uppgávan í grótnøgd sum er gjørd í Føroyum. Talan er um 1,3 mill M3 í føstum máti. Tá sprongt varð, er talan um uml. 2,0 mill m3 av gróti.
Arbeiðið hevur ...
les meir
Vága Floghavn
November 24 , 2011
Arbeiðið at leingja Vága Floghavn er um at verða liðugt. Seinasta hond verður lagt á asfaltarbeiðið, soleiðis at vøllurin kann takast í nýtslu 03. desembur 2012.
Hegnið um vøllin verður sett upp í løtuni og strípur o.a. á vøllinum er um at verða liðugt. Nýggju innflúgvingarljósini eru roynd og tey rigga sum tey skulu.
Arbeiðið hevur gingið væl og arbeiðið verður ...
les meir
Royndarkoyring av ljósum - Vága Floghavn
September 06 , 2011
Arbeiðið at leingja Vága Floghavn gongur støðugt framá. Mánakvøldið 05. septembur varð partur av nýggju ljósunum royndarkoyrd fyri fyrstu ferð. Tað vóru ljósini ímótið Sørvágsvatn sum vórðu royndarkoyrd. Royndin gekk væl og veitarin var væl nøgdur við fyrstu royndina.
Nú skulu ymsikar royndir gerast afturat áðrenn tey verða endaliga góðkend.
Arbeiðið gongur annars væl, hóast ymiskir trupulleikar hava verið. Vøllurin verður sum ...
les meir
Sveinaroynd á Tekniska skúla
Juni 27 , 2011
Mikudagin 22. juni 2011 fekk Brandur Hansen prógv frá Tekniska skúla, tá hann varð liðugur við sveinastykkið.
Brandur er í læru sum timburmaður og hann fær sveinabræv tá lærutíðin er liðug.
...
les meir
Hoyvíkshøllin
Juni 27 , 2011
Í dag hevur verið lisitatión í samband við útbygging av Hoyvíkshøllini.
Innkomin tilboð vóru:
J&K Petersen 4.733.029,-
Búsetur 6.010.299,-
Articon 6.291.903,-
ÁTS 5.182.139,-
Metingin var 4.224.000,-
...
les meir
Tunnilsboring í gongd aftur
Juni 10 , 2011
Tunnilsboringin frá Norðskála og suðureftir er tikin uppaftur, eftir at umvælingin av borimaskinuni er liðug. Steðgurin hevur verið í nakrar vikur. Tá byrjað varð aftur riggaði borimaskinan væl, og nú er aftur komin fer á boringina. Arbeiðið gongur sera væl, og framdriftin er góð.
Tunnilsboringin koyrir sum ætlað og eisini eru skaktir boraðar upp til áarinntøk seinastu tíðina.
...
les meir
Skúvoy, J&K bíligast
Juni 06 , 2011
Lisitation hevur í dag verið um umvæling av Havnini í Skúvoy. Inn komu 2 tilboð
J & K Petersen kr 2.599.994,00
Articon kr 2.610.975,00
Vit fegnast um at verða bíligast, og vóna at Landsverk tekur av okkara tilboðið, soleiðis at vit kunnu byrja arbeiðið sum skjótast. Tí hetta arbeiðið má gerast um summarið tá veðrið er gott
.
...
les meir
Bakkafrost útbyggir
Mai 23 , 2011
Bakkafrost skal gera nýggja bryggju á Válinum í Kvívík (Vestmanna). J&K hevði lægsta tilboðið sum var knappar 2 mill. Arbeiðið er farið ígongd og skal verða liðugt í septembur.
Bryggjan skal brúkast til brunnbátar hjá Bakkafrost. Arbeiðið umfatar niðurtøka av verðandi atløgubryggju, grevstur á botni og stoypan av nýggjari kai. Harumframt skal tilhoyrandi kaiøkið umvælast og asfalterast. ...
les meir
Tillukku Gunnar & Oddmar
Apríl 15 , 2011
Hósdagin tann 14.04.11 fingu timburlærlingar okkara, Gunnar Thomsen og Oddmar Petersen, handað sveinaprógvið á Tekniska Skúla í Tórhavn.
J&K Petersen ynskir teimum hjartaliga tillukku við útbúgvingini. ...
les meir
Timburlærlingar gera sveinastykkið
Apríl 12 , 2011
Tveir timburlærlingar gera í hesum døgum sveinastykkið. Teir byrjaðu týsdagin í seinastu viku við at tekna og mikudagin byrjaði so tann praktiski parturin. Sveinastykkið skal verða liðugt mikudagin 13. apríl. Prógvhandan verður hósdagin á Tekniska skúla.
Vit ynskja teimum góða eyðnu við sveinaroyndini.
...
les meir


