Strukturbetong
J&K Petersen hevur í nógv ár havt ein serkunnleika innan betong og betongarbeiðið. Fyri at liva upp til serkunnleikan, søkja vit vitan um hvussu vit kunnu betra og endurnýggja okkum, eins væl í Føroyum sum uttanlanda.
Eitt úrslit av hesari sókn er "strukturbetong", sum vit kalla tað. Hettar er ikki nakað nýtt. Uttanlanda hevur hettar verið eitt av mest nýttu túnum í nógv ár. J&K Petersen hevur roynt hettar produktið seinastu mánaðirnir, við sera góðum úrslitum. Vit eru nú klárir at bjóða viðskiftafólkum okkara hesa vøru.
Her eru nakrar myndir av ymiskum verkætlanum har vit hava brúkt strukturbetong.
















